Noreg hevur útflýggjað ein 27 ára gamlan ísraelskan jøda til USA, har hann er skuldsettur fyri at hava gjørt hundraðtals bumbuhóttanir og aðrar hóttanir móti jødiskum málum, skrivar NRK.
Michael Ron David Kadar er ákærdur í trimum amerikanskum statum, teirra millum í Florida, har hann skal hava framt nærum 250 hóttanir móti jødiskum samkomuhúsum, synagogum, skúlum og øðrum málum, skrivar Haaretz.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



