Elim: Í døgunum 13 til 15 mars, vitjar norðmaðurin Ulf Magne Løvdal í Elim, í Søldarfirði.
Ulf Magne Løvdal hevur verið samkomuleiðari og prædikumaður síðani 1989. Aftaná 30 ár sum samkomuleiðari, byrjaði hann í 2019 at ferðast sum prædikumaður kring alt Noreg í ymiskum kirkjum og samkomum. Hann hevur eisini verið í Estlandi, Danmark, Ísrael og USA sum prædikumaður. Hetta er fyrstu ferð, hann hevur møtir í Føroyum.
Tá hann var 17 ára gamal, byrjaði hann tíðarritið, sum fekk navnið «Frihet», sum hevði fleiri túsund haldarar. Í 2000 varð hetta gjørt um til eitt forlag, frihet.no, sum hevur givið út kristnar bøkur hjá Ulf Magne og øðrum í Noregi. Yvirskotið frá bókasøluni er farið til evangelisering og missión bæði í Noregi og uttanlanda (m.a. Sudan, Pakistan, Nepal, Ungarn, Russland og Ísrael ).
Ulf Magne var fyrsti norðmaður, sum legði bíbliuundirvísing á norskum út á alnótina fyrst í 90-unum.
Boðskapur hansara er bíbliutrúgvur, tað vil siga, at orð Bíbliunnar er miðdepulinum í tí hann deilir.
Hann er eisini ein vinur Ísraels. Gjøgnum forlagið Frihet, hevur hann givið týðandi stuðul bæði til jødar, sum liva undir fátækrarmarkinum í sunnara parti av Ísrael, og til eina samkomu, sum arbeiðir millum jødar og arabarar í norðara parti av Ísrael.
Ulf Magni situr eisini í nevndini í felagsskapinum «Hjelp jødene hjem», sum er samansettur av bæði jødum og kristnum í Noregi. Tey savna pening inn fyri m.a, at hjálpa forfylgdum jødum heim til Ísrael. Fleiri av bókum hansara snúgva seg eisini um jødar, Ísrael og antisemitismu.
Hann hevur eisini áður sitið í norsku nevndini fyri «Åpne dører» (Open Doors), sum arbeiðir fyri forfylgd kristin kring heimin.
Seinastu 12 árini hevur hann eisini arbeitt við eini týðing av Nýggja Testamenti. Fyrsta útgávan av hesum Testamenti varð givin út í ár.
Hetta verður m.a. sagt um Ulf Magne:
Ulf Magne Løvdahl hevur ein týðandi leiklut í tí kirkjuliga og evangeliska umhvørvinum í Noregi. Gjøgnum forlagsvirksemi og rithøvundaskapi, hevur hann verið við til at styrkja bíbliuundirvísing og gudfrøðiliga støðufesti millum trúgvandi. Fleiri kristnir lesarar meta tað at vera ein fyrimun, at hann torur at viðgera torfør evni, og at hann hevur rokkið sera breitt við sínum bókum og talum.
Møtini við Ulf Magna Løvdal, vera í Elim í Søldarfirði, fríggjakvøldið 13. mars kl. 20, leygarkvøldið 14. mars kl. 20 og sunnukvøldið 15. mars kl 18.
Á møtunum verður eisini sangur og tónleikur við m.a. Tórbjørn Láadal, Eyðun Jacobsen, Kafébólkinum o.ø.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



