Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan
Lesarin skrivar

Fyri fáum árum síðani fór Bakkafrost undir at byggja stóra framkomna smoltstøð í Skálavík. Til stóra gleði og gagn fyri Sandoynna.

Sjálvsagt við játtan og loyvi frá myndugleikunum.

Verkætlanin mátti metast sum stórt nýbrot fyri Skálavík og Sandoynna.

Men so kom vatnið uppí.

Havi í miðlunum fylgt málinum um vatnið til smoltstøðina í Skálavík.

Eitt sera løgið mál, sum nú mest kann líknast við eina tragi-kommediu.

Skálavíkar kommuna skal - sum allar kommunur í landinum - tryggja at borgarar og vinnufyritøkur í bygdini fáa vatn.

Tað er mannagongdin og eisini sjálvsagt.

Tað frættist í miðlunum, at tá Bakkafrost tók avgerð um at byggja smoltstøð í Skálavík vísti tað seg, at festarin í bygdini ikki vildi lata kommununi vatn.

Alt endaði við, at kommunan - sum er vanlig mannagongd í slíkum málum - ognartekur rættin til vatntøku, t.e. rætt til at grava niður vatnleiðingar og gera inntak í ánni. Eingi onnur inntriv skuldu gerast á festinum.

Festarin misti onga jørð og kundi óskert halda fram við sínum virksemi.

Nú sýnist, at tingfólk halda, at ein festari kann gøllhaldahalda eini kommunu, vil hann tað.

Tað merkir í hesum førinum, at festarin skal kunna treyta sær stóra upphædd fyri at lata frá sær vatn í haganum - og sum annars rennur á sjógv.

Vatn, sum einki virði hevur fyri festaran og harvið raksturin á festinum.

Tað sum nú kann henda er, at fótonglar verða lagdir, so at Bakkafrost ikki kann byrja smoltframleiðsluna í størstu vinnufyritøkunu í Sandoynni, og harvið forða fyri nýggjum og tiltrongdum arbeiðsplássum í oynni.

Tað er ringt at skilja.

Hoyrdi annars í tiðindunum í KvF fríggjadagin, at sambært lógini um landsjørð frá 2006 (tað var í 2007), sum eg sum landsstýrismaður legði fyri tingið, og sum bleiv samtykt, so er festið ogn hjá festaranum.

Tað er tíverri ikki rætt. Tað vildi eg fegin, men tað var ikki politisk undirtøka fyri tí tá.

Festini eru landsjørð, sum festarin rekur við støði í festibrævinum, sum er umsetiligt/kann seljast.

Búnaðarstovan er fyrisitingarmyndugleikin fyri alla almenna jørð. Búnaðarstovan var sett á stovn í 2007.

Bjarni Djurholm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #