Far gjøgnum hurðina fyri at koma inn í húsið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Far gjøgnum hurðina fyri at koma inn í húsið
- Kinesiskt orðatak
Politikkur

Dagin fyri fólkatingsvalið og tríggjar dagar undan løgtingsvalinum er tað sera hugaligt at síggja, at veljarakanningar vísa stóra framgongd hjá Tjóðveldi. 

Tað gevur okkum vón og áræði til komandi dagarnar. 

Á Fólkatingi hava tey bæði sambandsumboðini mótarbeitt føroysku myndugleikunum, og teirra vallyfti er, at tey støðugt fara at gera tað. 

Føroyar mugu fáa eina tjóðskaparrødd á Fólkating og sambært veljarakanningini, so er Tjóðveldi einasta boðið.

Tí er neyðugt, at tey, ið ynskja einar sjálvbjargnar Føroyar standa saman og velja Tjóðveldi í morgin.

Verða sjálvbjargnisatkvøðurnar spjaddar á fleiri flokkar, fáa sambandsumboðini aftur fulla umboðan. 

Veljarakanningin vísir somuleiðis, at lítið restar í, at vit fáa sjeynda løgtingssessin, ið kann tryggja, at tjóðarsemjan verður veruleiki. 

Vit standa framman fyri avgerandi døgum, har hvør einasta atkvøða telur.

Nú er tíðin at savnast og velja eina greiða kós fyri Føroyar.

Tjóðveldi arbeiðir fyri einum sterkari, frælsari og meira samhaldsføstum Føroyum, har vit sjálv taka ábyrgd av okkara framtíð.

Nú er stundin at standa saman fyri teg, meg og Føroyar. 

– Sirið Stenberg, Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #