Torfinn er millum tey mongu deyvu, sum blivu fødd í árunum millum 1968 og 1972.
Hann er føddur í desembur 1969 og verður hildið at hann bleiv deyvur í móðurlívið tí mamman fekk reydlingar.
Fyrstu árini hevði hann einki samband við onnur deyv og vistu foreldrini ikki um onnur í hansara aldri, sum vóru deyv í Sørvági.
Ein dagin var mamman úti og hongdi klæðir á snórin saman við Torfinni. Hann var um 3 ára gamal tá. Ein eldri kvinna, sum var granni hjá teimum, var eisini uttanfyri og hesar fullu í prát. Mamma Torfinn sær so at ein lítil drongur stendur innanfyri hjá eldri konuni og bankar uppá rútin.
Hon sá at drongurin mestsum uppførdi seg sum ein deyvur og nú spyr hon eldri konuna um so var. Jú, hatta var ommusonurin, sum búði skamt haðani. Hann var deyvur. Tá greiddi mamman frá at hennara sonur eisini var deyvur.
Hesir báðir, Torfinn og Jónleif Rasmussen búðu bert nakrar fáa metrar frá hvørjum øðrum og blivu vinir fyri lívið.
Torfinn byrjaði í fólkaskúlanum í Sørvági har hann stríddi seg ígjøgnum fyrsta árið men mamma hansara sá at tað ikki gekk so væl við, tí hann ikki kláraði so væl at fyglja við og so bleiv hann eisini happaður, so foreldrini tosaðu saman um at fáa Torfinn til Danmarkar á skúla.
Mamman valdi so at flyta til Danmarkar saman við Torfinni og systrini, sum var yngri, og taka eina útbúgving samstundis.
Tórfinn var 7½ ára gamal tá tey fluttu til Sønderborg, har mamman skuldi taka útbygvingina. Eingin deyvaskúli var í Sønderborg so nú var so spurningurin um hvar Torfinn skuldi fara í skúla. Tað var langt til deyvaskúlan í Fredericia og vildi mamman illa senda Torfinn avstað sjálvan í hesum aldrinum so mamman spurdi seg fyri á kommunuskrivstovuni í Sønderborg um nakar skúli var fyri deyv.
Her fekk hon so at vita at í einum skúla í býnum var ein blandaður flokkur við bæði deyvum og tunghoyrdum næmingum í øllum aldri og har teknmál blevi brúkt av øllum lærarum so her endaði Torfinn í skúla. Tey vóru umleið 10 næmingar í tí flokkinum.
Mamma Torfinn vildi so fegin at hann skuldi gera brúk av røddini hjá sær og fann hon ein lærara, sum veruliga tók sær tíð at læra hann tað og er hetta grundin til at hann dugir so væl at brúka røddina.
- Tá eg var liðugur í Sønderborg skúla fluttu vit heimaftur til Føroya, men fosturpápin ynskti so at taka skiparaútbúgving í Danmark, so tey fluttu niður aftur.
- Eg fór eisini á Nyborg skúlan, sum er eftirskúli fyri deyv og var har í 2 ár. Hetta var frá 1993-95 og var hetta næstan eitt kultursjokk hjá mær, tí har vóru fleiri enn 100 deyvir næmingar og hetta hevði eg ongantíð upplivað áður.
Torfinn flutti so heimaftur til Føroya og greiðir hann frá at tá hann í fyrstuni kom saman við teimum deyvu í Deyvahúsinum, so spurdu tey um hann var danskari tí tey flestu høvdu ongantíð sæð hann, hetta tí hann var fluttur til Danmarkar sum 7 ára gamal.
Hann byrjaði so at fáa fleiri og fleiri vinir millum tey deyvu, tí har vóru fleiri í hansara aldri, so tað var øðiliga gott, sigur hann.
Hann hevði ymisk arbeiði, sum t.d. á fiskavirkinum í Sørvági men eisini í Havn og onnur støð.
- Eg fekk so arbeiði hjá Atlantic Airways á flogvøllinum og var har í 12 ár. Tá so korona kom, so bleiv eg uppsagdur saman við so mongum øðrum og havi síðani 2020 gingið arbeiðsleysur tí tað er so ringt hjá mær at fáa arbeiði tí eg eri deyvur.
- Eg eri so sera keddur av hesum, tí ofta hugsi eg um at eg eri óynsktur í samfelagnum, tí eg hoyri nú væl, brúki røddina og eri ikki býttur. Eg skilji ikki hví.
Tá hann verður spurdur hvat hann fær tíðina at ganga við, so tekst hann við ymiskt í húsinum og í hesum døgum hjálpir hann mammu síni, sum hevur fingið ALS sjúkuna sum hon fekk fyri trimun árum síðani og so tekur hann sær av familjuni eisini.
Torfinn hitti konu sína á sosialu miðlunum, har hann ein dagin hevði fingið eina vinarumbøn frá einari damu av Filipsoyggjunum, men sum arbeiddi í Kuwait.
Hann hugsaði: - Lat meg verða fittan og adda hana sum vin og so byrjaðu tey at samskifta.
- Vit prátaðu saman í eina tíð og so gjørdu vit av at vit skuldu hittast á Filipsoyggjunum og var hetta í 2012. Eg ferðaðist tann langa vegin sjálvur.
- Eg dugi væl enskt, so tað var ikki nakar trupulleiki sjálvt um mamman var bangin um hesa ferðina, men eg segði við hana “ikki tvætla, eg eri vaksin”. Hetta klári eg sjálvur.
Mamman ringdi so beinanvegin til tryggingina og bílegði ferðatrygging í fall av at okkurt skuldi henda.
- Eg hevði greitt konuni frá at eg var deyvur og tá vit hittust lærdi eg hana grundtekn á teknmáli og so var eg eisini førur fyri at avlesa munnin um tey ikki tosaðu ov skjótt.
Konan kom til Føroya í 2014 tá vit blivu gift í mars mánað tað árið.
- Sjálvt um eg brúkti røddina, so havi eg ongantíð hoyrt meg sjálvan, so eg visti ikki hvussu tað ljóðaði tá eg tosaði.
Tá Torfinn, uttan at vita hví misti alla hoyrnina í 2023, fekk hann bjóðað at fáa skurðíseting av CI.
Hetta vildi hann hava eitt sindur av tíð at hugsa um og tá hann so hevði hugsað um fyrimunir og vansar, so gjørdi hann av at fáa hetta gjørt. Hann hugsaði um hetta í umleið 14 dagar.
Torfinn greiðir frá at hann bleiv sendur á Ríkissjúkrahúsið og fekk sera góða hjálp við tulki til alla viðgerðina.
Viðgerðin er ikki long men læknarnir ynskja altíð at hava sjúklingarnar liggjandi yvir nátt so at teir kunnu tryggja sær at alt er í lagi. Summi fáa kvalma ella gerast illa fyri, men hjá Torfinni var einasta árini at hann var móður.
Eftir CI skurðísetan, ganga 2 vikur áðrenn sjálvt hoyritólið, sum er magnetiskt, verður sett á innsetta tólið. Hetta fyri at tryggja sær at eingin bruni er í ella um tað fer at bløða.
- Eg spurdi so um eg kundi fara heimaftur til Føroyar, men tað slapp eg ikki tí eg mátti vera í Danmark í yvir ein mánað har eg gekk til kanning og læring. Hetta hevði eg tó einki ímóti tí eg hevði tað gott og nógvir av mínum vinum vóru í Danmark. Eg saknaði tó konuna og dóttrina, men tey tosaði eg við hvønn dag á messenger.
- Eg minnist tá eg fyrstu ferð fekk CI magnetið á. Eg bleiv heilt sjokkeraður og mátti spyrja læknan hvat tað var fyri óljóð eg hoyrdi. Jú hatta var ferðslan úti á vegnum.
- Eg minnist eisini tá eg fór út at ganga túr at tey greiddu mær frá at tey ljóð eg hoyrdi í skóginum vóru fuglaljóð.
Torfinn nevnir at hann hevur fingið CT vinarligt CI ísett. Hetta merkir at um hann skal í skannaran, so nýtist hann ikki at taka ísetta tólið úr, tó bert magnet-hoyritólið, sum er uttaná.
Hann valdi eisini bert at fáa CI í annað oyrað, tí hann helt ikki at tørvur var á at fáa skurðviðger í bæði oyruni.
Størsta ynski hjá Torfinni er at fáa eitt arbeiði nú so at hann kann koma út millum fólk.
Les eisini:
Ein morgun eg kom til arbeiðis bleiv eg biðin um at pakka saman og fara heim
Fólk halda at eg gangi fullur hvønn dag
Eri uppvaksin í brøðrasamkomuni men eri nú deyvaprestur
Misti alla hoyrnina, smakk- og luktisans og fekk tinnitus
Varð sendur til Danmarkar sum 4 ára gamal bara tí hann var deyvur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



