We Need Art: Eitt av endamálunum hjá We Need Art er, at listafólkini, sum vit bjóða til Føroya, ikki bara skulu mála veggir, men eisini inspirera og læra frá sær.
Og longu nú síggja vit úrslit! Og tað er fantastiskt at uppliva, at føroysk listafólk taka vitanina til sín og brúka hana í praksis.
Tá Edoardo Ettorre hevði verkstovu á Eiði, lærdi hann luttakararnar ymiskar teknikkir í samband við veggjamálningar. Og nú hevur Sanna Dulavík gjørt ein flottan veggjamálning mitt í Havn.
Tórshavnar kommuna hevur sagt ja til, at luttakarar kunnu royna teknikkir sum teir hava lært á veggunum kring Kondittaríið. Og nú hava Føroya fólk fingið enn ein veggjamálning at njóta ókeypis, 24 tímar um samdøgrið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



