- Um stutta tíð letur nýggja og stásiliga KG Hotel dyrnar upp. Við spenningi hava vit glett okkum til henda stóra dagin, sigur leiðslan í nýggja hotellinum í Klaksvík í skrivi til miðlarnar.
Næsta fríggjadag verður Tour de Chambre - rundvísing - har gestirnir sleppa at síggja, hoyra, smakka og uppliva alt tað góða sum KG Hotel hevur at bjóða.
Atriummið verður tikið fram, sum nakað heilt serligt, og kvøldið endar við eini konsert, verður sagt í skrivinum, har eisini verður sagt, at gestirnir skulu vera í fínasta pussi.
Hotellið hevur 83 kømur, harímillum eisini nakrar svitur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



