- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx
Innlendis ítróttur

Frá vinstru: Sjúrður Olsen, Bygma Balslev, Eva Skeel Nolsø, Føroya Tele, Christian Andreasen, forseti í FSF, og Andrias Sólsker, Atlantic Airways - Mynd: Jóhanna Thomsen

FSF: Seinnapartin hósdagin skrivaði Fótbóltssamband Føroya undir stuðulsavtalur við Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways.

Avtalurnar, ið eru galdandi næstu fimm árini, merkja, at hesar tríggjar fyritøkurnar verða høvuðsstuðlar hjá MeistaraDeildunum hjá kvinnum og monnum.

– Við samstarvinum fáa vit eitt sterkt og støðugt grundarlag at byggja á. Vit ynskja alla tíðina at menna okkara kappingar og kunnu við hesum avtalum arbeiða miðvíst við at lyfta tær upp á eitt hægri stig, samstundis sum vit skapa støðufesti og hava møguleikar fyri langtíðarætlanum, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

Í felag vilja Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways leggja dent á, at føroyskur fótbóltur verður bygdur á trivnað og felagsskap um alt landið, og at geva komandi ættarliðum íblástur til menning og samstarv.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #