- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx
Innlendis ítróttur

AB: AB hevði ársaðalfund mikukvøldið 18. februar 2026, og nógv fólk vóru møtt á aðalfundin.

Formaðurin Marius Thomassen greiddi frá farna ári. Sera nógv virksemi hevur verið í felagnum, og limatalið er økt munandi seinastu tíðina. Hetta er sera positivt, og vónirnar fyri komandi kappingarár eru góðar.

Roknskaðurin hjá AB var eisini lagdur fram á aðalfundinum, og var roknskapurin einmælt góðtikin.

Nevndarval var sum vanligt á skránni.

Fyri vali stóðu Marius Thomassen, Esther Jespersen og Sóley við Garð.

Sóley segði frá, at hon stillaði ikki upp aftur, og harafturat hevur nevndarlimurin Dann Johansen ynskt at fara úr nevndini, vegna tað at hann er so nógv burturstaddur.

Í nevndina fyri Sóley og Dann vóru vald Pætur Klettskarð og Jan Danielsen. Marius og Esther blivu afturvald í nevndina.

Sum tiltakslimir blivu Bjarta Birgirsdóttir Lützen og Jørgen Asmussen afturvald.

Nevndin hjá AB hevur síðani skipað seg, og er nevndin nú henda:

Jan Danielsen, kassameistari, Esther Jespersen, skrivari og Pætur Klettskarð, nevndarlimur.

Bjarta Birgirsdóttir Lützen, tiltakslimur, Jytta Drangastein, næstforkvinna og Marius Thomassen, formaður.

Jørgen Asmussen, tiltakslimur, vantar á myndini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #