Sjálvt um russiski búskapurin hýkur undir trýstinum frá krígnum við Ukraina so fyrireikar Kreml seg og framleiðir vápn og lóður sum ongantíð áður.
Tað er ein av niðurstøðunum í eini nýggjari frágreiðing, sum fregnartænastan í Estlandi, EFIS, almannakunngjørdi í vikuni.
Í frágreiðingini verður ávarað ímóti at halda, at Russland er blivið verri fyri at kríggjast við onnur av álopskrígnum við Ukraina og avbjóðingunum, sum tað hevur elvt til fyri russiska búskapin sum nógv lond boykotta.
- Onki bendir á at russiski forsetin, Vladimir Putin, ætlar sær at broyta kós hóast nærum fýra ár eru liðin síðni álopini byrjaðu og yvir ein millión hermenn eru antin deyðir ella álvarsliga særdir. Málið hjá Putin er enn sum áður, at Ukraina skal geva seg fullkomuliga yvir, stendur millum annað at lesa.
Hóast ongar beinleiðis ábendingar eru um, at eitt álop á NATO kemur í næstum, so eru heldur ongi tekin um, at Russland ætlar sær at slakka av og framleiða færri vápn, heldur tvørtur ímóti. Til dømis er framleiðslan av lóðri 17 ferðir størri í dag enn hon var í 2021, stendur í frágreiðingini frá EFIS.
Stjórin í EFIS, Kaupo Rosin, tekur soleiðis samanum:
- Sjálvt um tað neyvan eru nakrar ætlanir um russisk álop á NATO í dag, so er tað okkara uppgáva at tryggja, at hetta eisini er støðan í morgin og framyvir. Hernaðarliga fer Russland bara at blíva sterkari komandi árini, og magtjavnvágin má altíð fella út til okkara fyrimun.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



