Tær bøkur, ið maður skammast at keypa, átti hann eisini at skammast at lisið
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tær bøkur, ið maður skammast at keypa, átti hann eisini at skammast at lisið
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy: Nýggj framtíðarætlan er gjørd fyri eldraøkið í Suðuroy, sum er samtykt av stýrinum fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.

Framtíðarætlanin, BHS2035, verður løgd fram alment onsdagin 8. apríl kl. 19.00 í Miðnámsskúlanum í Hovi.

Á framløguni fáa luttakarar kunning um visjónina, høvuðsavbjóðingarnar og tey átøk, sum skulu mynda menningina av eldraøkinum í Suðuroy komandi árini. Dentur verður lagdur á, hvussu vit saman kunnu skapa eitt virkið og innihaldsríkt eldralív, har tryggleiki, umsorgan og trivnaður ganga hond í hond.

Framløgan er fyri øll, sum hava áhuga í framtíðini hjá eldraøkinum – borgarum, avvarðandi, starvsfólki og øðrum.

Á tiltakinum fæst innlit í arbeiðið við at menna eina haldføra og virðiliga eldratænastu við borgaranum í miðdeplinum.

Meira kunning um BHS2035 sæst her: Strategi BHS2035 - BHS

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #