Tað gongur illa at skipa nýggja stjórn í Danmark eftir valið fyri einum mánaða síðani, og nú fyrrapartin fara tey fyri triðju ferð til Fríðrik kong at peika á tann sum tey halda hevur bestu kortini til at koma á mál.
Mette Frederiksen frá sosialdemokratunum royndi seg fyrst, síðani Troels Lund Poulsen frá Vinstra, sum ætlaði at skipa eina borgarliga minnilutastjórn. Men tað kravdi, at Moderatarnir við Lars Løkke Rasmussen var við í avtaluni, og tað vildi hann ikki.
Lars Løkke Rasmussen heldur, at trygdarpolitiska støðan, Danmark er í, krevur eina meira haldføra loysn. Í dag sigur hann, at hann væntar, mandatið endar aftur hjá Mette Frederiksen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



