Fólkaflokkurin stendur til at fáa 13 umboð á tingi. Javnaðarflokkurin og Framsókn tapa stórt, vísir nýggj veljarakanning hjá Spyr.fo.
- Ongantíð fyrr í nýggjari tíð hevur ein politiskur flokkur í Føroyum havt so stóra undirtøku, sum Fólkaflokkurin stendur til at hava nú.
- Í nýggjastu veljarakanningini, sum Spyr.fo hesa vikuna hevur gjørt fyri Portalin og FM1, stendur Fólkaflokkurin til at fáa heili 13 av teimum 33 sessumum á Løgtingi. Fólkaflokkurin stendur til nærum eina tvífalding í mun til seinasta val – úr 18,9 prosentum upp í heili 37,3 prosent. Ein framgongd á 18,3 prosentstig, skrivar Portal.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



