LISA: Listafólkasamband Føroya (LISA) hevur fingið nýggja starvsnevnd. Á aðalfundi felagsins takkaðu Arnbjørn Ó. Dalsgarð, forfólk, og Kristina Thede Johansen, næstforfólk, fyri seg, og nýggj starvsnevnd varð vald. LISA takkar teimum fyri teirra týðandi arbeiði fyri felagið.
Starvsnevndin hevur skipað seg soleiðis:
Sunneva Háberg Eysturstein, forfólk
Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, næstforfólk
Sunrid í Gong, starvsnevndarlimur
Nýggja starvsnevndin vísir á, at hon tekur við í eini tíð, har tað hevur alsamt størri týdning, at listin hevur eina sterka rødd. Tí fer LISA at arbeiða málrættað fyri at bøta um korini hjá listafólkum og seta eina greiða kós á mentanarpolitiska økið.
Nevndin fegnast eisini um, at nýggja samgonguskjalið raðfestir listina, og fer at fylgja arbeiðinum tætt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



