Svar uppá fyrispurning nr. 52-080/2025 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um síðuskrúvurnar á Smyrli.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Virka nýggju síðuskrúvurnar á Smyrli sum tær eiga?
2. Um ikki, nær kann so roknast við, at tær fara at virka?
3. Hvussu nógv hevur tað kostað at seta nýggju síðuskrúvurnar í Smyril?
4. Vóru síðuskrúvurnar liðugt testaðar, áðrenn Smyril fór aftur í sigling eftir at hava verið í dokk í heyst?
Svar til spurning nr. 1 og 2:
Sambært Strandfaraskipum Landsins virka nýggju síðuskrúvurnar, ið eru settar í afturskipið, eftir ætlan.
Nýggju síðuskrúvurnar og tilhoyandi hjálpimotorar hava styrkt konstruktiónina á afturskipinum.
Ristingarnar í skipinum eru nú munandi minni, tá ið skipið leggur at og fer frá bryggju.
Nýggja streymveitingarskipanin, ið drívur nýggju síðuskrúvurnar, gevur tó frekvensórógv á eldávaringarskipanina. Hetta merkir, at feilboð koma inn á partar av eldávaringarskipanina.
Tað hevur tó ongan trygdarvanda við sær.
Tað er ikki óvanligt, at nýggjar installatiónir umborð á skipum kunnu ávirka eldri skipanir umborð.
Saman við serfrøðingum verður í løtuni arbeitt við at staðfest endaligu orsøkina til, at frekvensórógv er millum nevndu skipanir. Tað er neyðugt at eftirkanna allar partar í hesum skipanum, og hetta arbeiðið kann taka drúgva tíð. Í løtuni ber ikki til at siga neyvt, nær brekið er rættað.
Tað er einki samband millum avlýsingarnar hjá Smyrli seinastu tíðina og tekniskar trupulleikar umborð á Smyrli.
Avlýsingar koma orsakað av keðiligu eystanættini seinastu vikurnar, við nógvum ella skiftandi vindi, og hørðum streymi á leiðini millum Suðuroynna og Tórshavn.
Tá ið sama ætt hevur ligið so leingi við nógvum vindi, gerst alduhæddin hægri enn vanligt, og eysturættirnar eru serliga ringar fyri Suðuroyarleiðina.
Harumframt er ferðaætlanin á leiðini ávísar gerandisdagar so trong, at um Smyril siglir vestanfyri Sandoynna til og úr Suðuroynni, kann í ávísum føri vera neyðugt at taka ein túr burturúr ferðaætlanini, serliga á hávetri og við áhaldandi eystanætt.
Keypsprísurin fyri tvær nýggjar síðuskrúvur var 8,15 mio. krónur. Kostnaðurin fyri ísetan av síðuskrúvum var 14,6 mió. krónur. Tilsamans kostaðu síðuskrúvurnar aftan, íroknað styrkjan av afturskipinum í hesum sambandi, 22,75 mió. krónur.
Svar til spurning nr. 4:
Endaliga funktiónstestin av nýggju skrúvunum bleiv partvís gjørd á Fayard skipasmiðjuni í Danmark og partvís í Føroyum.
Orsøkin var, at partar av royndarkoyringini skuldu gerast á opnum havi, har skipið hevur møguleika at gera ymiskar royndarmanøvrur, ið ikki kunnu gerast við skipasmiðjuna.
Tinganes, 13. februar 2026
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



