Leikluturin hjá fyrrverandi bretska prinsinum Andrew sum handilssendiharri fyri Bretland fær nú nýtt uppmerksemi.
Tað var eitt starv, hann fekk í 2001.
Nú er ein stór mongd av skjølum, sum hava við setanina at gera, komin út.
Tey vísa millum annað, at mamma hansara, Elizabeth drotning, stríddist fyri, at hann fekk virðismikla starvið.
Sky News lýsir skjalaútgávuna sum eksplosiva.. Kongaliga tíðindafólkið hjá rásini, Laura Bundock, sigur, at talan er um áfallandi avdúkingar um drotningina.
- Hon stríddist fyri at geva hendan sera framkomna leiklutin til mannin, sum ofta varð sæddur sum yndissonur hennara, sigur Bundock.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



