Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Kappingarnevndin hevur gjørt smávegis broytingar í kappingarleistinum hjá kvinnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Kappingarnevndin hevur gjørt smávegis broytingar í kappingarleistinum hjá kvinnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Kappingarnevndin hevur gjørt smávegis broytingar í kappingarleistinum hjá kvinnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Tá MeistaraDeildin hjá kvinnum fór av bakkastokki vóru átta lið í kappingini. Men aftaná fyrsta umfar varð avgjørt, at felagsliðið EB/Streymur-Hoyvík skuldi spæla restina av kappingarárinum í næstbestu deildini.

Avleiðingin av hesum er, at nú eru sjey lið í grundspælinum. Hetta hevur aftur við sær, at tá grundspælið er liðugt og farið verður undir endaspælið, eru bert trý lið í niðara endaspælinum.

Tað er ikki ein skipan, ið gevur nóg nógvar dystir ella er nóg kappingarfør, og tí hevur kappingarnevndin hjá FSF hugt eftir møguleikum at gera smærri tillagingar. Tí er avgjørt, fyri at sleppa undan einum niðara endaspæli við bara trimum liðum, at geva einum liði í næstbestu deildini møguleikan at taka lut í niðara endaspælinum í MeistaraDeildini.

Ítøkiliga merkir hetta, at tað liðið í næstbestu deildini, sum liggur fremst aftaná sjey umfør, og sum frammanundan ikki er umboðað í MeistaraDeildini, fær fjórða plássið í niðara endaspælinum.

Endamálið við broytingini er bæði at tryggja eitt kappingarført endaspæl í niðara bólkinum, og samstundis at geva liðunum í 1. deild nakað eyka at spæla fyri. Harafturat verður sambandið millum deildirnar styrkt, og fleiri lið fáa nakað at spæla fyri mitt í kappingarárinum.

Broytingin er galdandi fyri hetta kappingarárið og verður eftirmett, tá kappingin er liðug.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #