Hagstovan: Fleiri ár á rað er gini-talið kvinkað uppeftir, men í 2024 minkaði gini-talið nakað. Inntøkurnar í Føroyum eru javnari býttar enn í londunum kring okkum.
Fleiri mát verða brúkt til, at lýsa árliga inntøkubýtið í einum landi. Tvey av teimum mest nýttu eru gini-talið og fimtingslutfallið.
Grundarlagið undir mátunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka grundað á húskisinntøku og samanseting av húski eitt heilt ár. Sí meira um javnvirðisinntøku (video).
Ikki stórar broytingar í gini-talinum
Gini-talið lýsir ójavnan í býtinum í javnvirðisinntøku.
Um øll hava somu inntøku, er talið 0, og hevur eitt húski alla inntøkuna í samfelagnum, er talið 100.
Í 2024 lækkaði gini-talið niður í 21,8 samanborið við 22,6 árið fyri. Tað er fýra ár síðani, at gini-talið kvinkar niðureftir. Seinastu tíggju árini hevur gini-talið ligið allarflestu árini millum 21 og 23.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



