Eg veit ikki, hvussu støðan er á eldraøkinum í øðrum kommunum í landinum, men í Tórshavnar kommunu er hon álvarslig – og hon versnar. Nógvir bíðilistar eru, sum bara vaksa.
Hetta eru ikki bara tøl á einum pappíri. Hetta snýr seg um menniskju. Eldri borgarar og teirra avvarðandi, sum bíða eftir hjálp, tey hava tørv á – og hava rætt til. Eg hoyri tað aftur og aftur. Frá avvarðandi, frá starvsfólkum – og frá eldri sjálvum.
Bíðilisti til heimahjálp.
Bíðilisti til umlating.
Bíðilisti til dagtilboð.
Bíðilisti til pláss á ellisheimi.
Hetta er vorðið gerandiskostur – og tað eigur tað ikki at vera. Hetta er júst tað, sum eg sum avvarðandi eisini sjálv upplivi í dag. Vit eru komin hartil, at bíðilistin er vorðin normalur. Og tað er kanska tað mest óhugnaliga av øllum. Hetta er ikki bara ein løtumynd, men ein varandi trupulleiki.
Samstundis hoyra vit aftur og aftur, at vit mangla starvsfólk á økinum. Høvuðstrupulleikin er tí greiður: Uttan fólk steðgar skipanin. Spurningurin er tí einfaldur: Hvør hevur ábyrgdina, og hvat kunnu vit gera?
Tað er einfalt eftir mínum tykki - bæði land og kommunur hava ábyrgdina. Kommunur reka tænasturnar og hava beinleiðis ábyrgd av borgarunum í gerandisdegnum. Landið setur karmarnar – útbúgving, lóggáva og fíggjarligu skipanirnar. Men í løtuni tykist samspælið ikki at rigga. Og meðan partarnir peika eftir hvørjum øðrum, sita menniskju og bíða eftir hjálp. Tá hesir partar ikki spæla væl saman, rakar tað tey eldru og teirra avvarðandi meint.
Hetta krevur politiskar avgerðir – ikki fleiri orð. Og mugu vit tora at seta inn har, sum tað munar mest.
Arbeiðskorini hjá starvsfólkum á eldarøkinum mugu betrast. Tað merkir hægri løn, betri arbeiðstíðir og minni trýst. Tað skal loysa seg at arbeiða á eldraøkinum – bæði menniskjaliga og fíggjarliga.
Vit mugu útbúgva fleiri starvsfólk og gera tað lættari at velja hesa leið. Her hevur landið ein týdningarmiklan leiklut.
Vit mugu eisini skipa tænasturnar skilabetri. Ikki øll hava tørv á plássi á ellisheimi – nógv kunnu búgva heima longur við røttum stuðli, dagtilboðum og rehabilitering. Tað krevur tó, at vit hugsa meira fleksibult og nýskapandi.
Land og kommunur mugu arbeiða tættari saman. Tað nyttar lítið at peika eftir hvørjum øðrum, meðan bíðilistarnir vaksa. Borgarin er hin sami – óansæð hvør rindar rokningina.
Hetta er ikki ein trupulleiki, sum fer at hvørva. Tvørturímóti fer tørvurin á eldratænastum at vaksa nógv komandi árini. Tí er spurningurin ikki, um vit hava ráð at gera nakað – men um vit hava ráð at lata vera.
Eg eri greið yvir, at nógv verður gjørt, og at nógv vilja gera sítt besta. Men tað er ikki nóg mikið longur.
Spurningurin er eisini, hvat fyri eitt samfelag vit vilja hava tann dagin vit sjálvi gerast eldri. Eg haldi ikki, at vit kunnu liva við, at svarið er bíðilistar.
Vit kunnu ikki bíða longur – nú má handlast.
Hanna D. Andreassen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



