17 ára gamli norski Oliver gjøtdist frískur eftir lívshóttandi lymfomi uppá fáar dagar.
Nýggj viðgerð gav honum lívið aftur.
– Eg fekk mína fyrstu kemoterapiviðgerð á mínum 13 ára føðingardegi. Tað var byrjanin til eina langa og krevjandi viðgerð. Lívið varð vent á høvdið, og tað var hart at liva við óvissuni, sigur Oliver Njåstad úr Austevoll í Vestlandi.
Hann fekk staðfest lymfomi í 2022. Eftir eitt ár við viðgerð varð hann sagdur at vera frískur og fór bert til kanningar næstu mánaðirnar. Á heysti 2023 hevði hann pínu í knænum og kendi seg veikan, og tað vísti seg, at krabbin var komin aftur. Hann fekk sterkari kemoterapiviðgerðir, men bleiv bara verri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



