Eitt kuvaitiskt oljutangaskip, Al Salmi, varð rakt í tí, sum verður lýst sum eitt iranskt álop, meðan tað lá við bryggju í Dubai, skrivar Reuters.
Eldur kom í skipið, skrivar almenna tíðindastovan KUNA. Oljufelagið í Kuvait upplýsir, at skipið er fullfermt og ávarar um oljuleka. Eingin persónur fekk skaða, skrivar NRK.
#Kuwait Petroleum Corporation #KPC: Kuwaiti very large crude carrier "Al-Salmi" was directly attacked by Iranian forces while positioned in the anchorage area of #Dubai Port in the #UAEhttps://t.co/iNEN0dM3L0#KUNA pic.twitter.com/i3srkSZ27c
— Kuwait News Agency - English Feed (@kuna_en) March 30, 2026
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



