Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody
Framsýningar

Filmsfelagið: Tað er ein heilt vanligan gerandisdag, at sjúkrarøktarfrøðingurin Floria (Leonie Benesch) møtir á kvøldvakt á skurðdeildini á einum sveisiskum sjúkrahúsi.

Hon heilsar starvsfeløgunum og vit fata Floriu sum vællýdda og samvitskufulla. Og tað er hon eisini noydd at vera.

Tí tey eru ov fá starvsfólk á kvøldvaktini og í dag eru ongar sengur tómar. So hon er um tey øll, frá sjúklingum, ið liggja fyri deyðanum, til eldra mannin, ið bíðar eftir eini diagnosu, frú Frei, sum vil hava frið at roykja, og ikki um at tala krevjandi ríkmannin, sum tryggingin hevur sent til viðgerðar.

Meðan Floria rennir frá stovu til stovu í eini roynd at røkka øllum, eru alla tíðina nýggj boð um íkomnar støður, sum bráðfeingis krevja at hon á ein nýggjan hátt eisini er um sjúklingarnar, ið eru á gongini.

Tá náttin nærkast, verður runnið so skjótt um kapp við klokkuna, at avleiðingarnar kunnu gerast álvarsligari, enn Floria bríggjar seg um.

Malan Lützen, sjúkrarøktarfrøðingur, fer at innleiða sýningina, sum er í Filmsfelagnum mikukvøldið.

Filmsfelagið 27/5 kl 20:00 Kvøldvakt (Aftenvagt, Heldin, Petra Biondina Volpe, Sveis 2025 92 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #