Beint í løtuni eru trupulleikar við gjaldsterminalum í øllum kongaríkinum, av tí sama er allur handil darvaður, ti´tað ber ikki til at taka ímóti gjaldskortum.
Nets, sum er fyritøkan sum umsitur gjaldingarnar, sigur við dr.dk, at feilurin er funnin. Tey vilja ikki siga meira um, hvør feilurin er, og heldur onki verður sagt um, nær hann væntast at verða rættaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



