Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa
Síðsta

Støðan hjá toskinum á Landgrunninum er álvarslig. Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES mælir til, at í mesta lagi 552 tons verða fiskað í 2027. Tað er ein lækking upp á heili 91 prosent í mun til tilmælið fyri 2026, sum var 6.075 tons, sigur ICES.

Hetta kemur fram í nýggju tilmælunum fyri botnfisk undir Føroyum, sum ICES hevur kunngjørt í dag.

Sambært Havstovuni er gýtingarstovnurin hjá toskinum nú sera nær við vandamarkið, og væntað verður, at hann fer niður um markið í 2027.

Høgt veiðitrýst og minkandi tilgongd av ungfiski eru høvuðsorsøkirnar til vánaligu støðuna. Møguleiki er tó fyri, at stovnurin kann koma upp um markið aftur í 2028.

Betri útlit fyri hýsu og upsa
Meðan støðan hjá toskinum er sera vánalig, eru útlitini munandi betri fyri hýsu og upsa.

ICES mælir til eina hýsuveiðu upp á 23.894 tons í 2027, sum er 22 prosent meira enn í ár. Gýtingarstovnurin er væl fyri, og tilgongdin hevur verið góð.

Fyri upsa er tilmælið 26.374 tons, ein hækking upp á 10 prosent. Eisini her er gýtingarstovnurin oman fyri øll vandamørk.

Á Føroyabanka verður mælt til at fiska í mesta lagi 403 tons av toski, tað sama sum í 2026.

Tilmælini í tølum:

Fiskaslag

2026

2027

Broyting

Toskur á Landgrunninum

6.075

552

−91 %

Toskur á Føroyabanka

403

403

0 %

Hýsa

19.653

23.894

+22 %

Upsi

24.032

26.374

+10 %

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #