Franska løgreglan kannaði í dag Institut du monde arabe (IMA) í París, eftir avdúkingar í Epstein-skjølunum.
Løgreglan sigur, at málið er partur av einum máli um skattasvik, har fyrrverandi mentamálaráðharrin, Jack Lang, og dóttir hansara Caroline Lang eru kannað.
Lang segði seg úr starvinum sum leiðari í IMA fyrr í februar eftir avdúkingar í Epstein-skjølunum.
Tann 86 ára gamli hevur staðið á odda fyri IMA síðani 2013. Stovnurin verður av tíðindastovuni AFP lýstur sum ein leiðandi mentanarstovnur, skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



