Eventz Føroyar: 13.-16. august 2026 verður skipað fyri Wenzel Nordic Cup 2026 – ein altjóða hondbóltskapping, ið savnar heimsstjørnur og føroyskar hetjur á sama vølli.
Hetta verður eitt søguligt vikuskifti fyri føroyskan ítrótt og ein uppliving, sum øll hondbóltsáhugaði ynskja at vera við til.
Stórhøllin Við Tjarnir verður við hesum karmur um altjóða hondbólt av ovastu rók við nøkrum av sterkastu feløgunum í Evropa.
Hetta er størsta hondbóltskappingin, ið nakrantíð hevur verið hildin í Føroyum.
Heimskent stórfelag úr Týsklandi á vitjan
Størsta navnið í kappingini er týska stórfelagið THW Kiel, sum verður roknað millum heimsins sterkastu hondbóltsfeløg.
Kiel hevur vunnið týsku Bundesliguna og Champions League fleiri ferðir og er kent fyri sína høgu professionalismu og sterka hóp.
Seinast vunnu teir á Champions League-vinnaranum SC Magdeburg og koma sostatt í sera góðum formi til Føroyar.
Á liðnum hjá Kiel er eisini føroyska stjørnan Elias á Skipagøtu, sum uttan iva fer at vekja stóran áhuga millum føroysku áskoðararnar.
Danskt toppfelag við føroyskum stjørnuskoti
Danska felagið GOG er eitt av fremstu liðunum í donsku kappingini og er kent fyri sítt framúr góða ungdómsarbeiði og skjótan, tekniskan hondbólt.
Nýliga tryggjaði GOG sær bronsu í donsku steypakappingini, og á liðnum er føroyska stjørnuskotið Óli Mittun, ið hevur vakt sera stóran ans uttanlands og verður spennandi at síggja á heimavølli.
Meistarar úr Íslandi
Úr Íslandi kemur Valur, ið fyri stuttum vann EHF European Cup og harvið staðfesti sína støðu millum sterkastu liðini í Evropa.
Á liðnum hjá Vali spæla tveir føroyingar – Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi – og ger hetta dystirnar serliga áhugaverdar fyri føroysku áskoðararnar.
Føroyskt oddalið við í kappingini
Eisini luttekur føroyska liðið H71, sum í løtuni liggur á odda í føroysku kappingini. H71 fær sostatt ein gyltan møguleika at vísa seg móti nøkrum av sterkastu feløgunum í Evropa – á heimavølli og framman fyri føroyskum áskoðarum.
Dystarskráin
Allir seks dystirnir verða spældir í Stórhøllini Við Tjarnir, hóskvøldið 13. august, fríggjakvøldið 14. august og sunnudagin 16. august
Nærri skrá og kunning um atgongumerkjasølu verða kunngjørd komandi tíðina.
Takk til stuðlarnar
Uttan góðar stuðlar hevði tað ikki verið møguligt at skipa fyri eini so stórari altjóða kapping í Føroyum.
Stuðla Wenzel Nordic Cup 2026 hava: Trygd, Carrent, SMS, Føroya Tele, Haps og Magn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



