Í Føroyum búgva innflytarar úr meira enn 100 ymiskum londum. Tað er bara gott, at vit hava fleiri arbeiðshendur um tey kunnu føla, at tey eru partur av okkara samfelag og hava virðing fyri okkara mentan.
So skjótt sum tey læra føroyskt er problemið loyst.
Men nú kom eitt mál sum hevur elvt til kjak. Muslimskur depil í Føroyum.
Vit skulu læra frá Evropa! Ja, man virdi tá trúarfrælsi og bjóðaði Islam. Hvat hendi? Man hevur bjóðað so nógvum inn sum ikki høvdu somu mentan í Evropa at tað bleiv ein katastrofa.
Tey kundi ikki integrerast, men staðin fyri samlaðust saman í ein bólk fyri seg undir navninum “Islam” og kravdu at man skuldi gera tað sum tey vildu.
Trúarfrælsi hoyrir ikki heima hjá Islam. Vissi ein sum var muslim men er nú blivin til kristin verður viðkomandi forfylgdur av familjuni. Hvar er trúarfrælsi har?
Neyðugt átøkini eru:
- Seta mørk á hvussu nógv tilflytarar kunnu koma í mun til fólkatalið
- Eingi flóttafólk skulu koma inn í landi, sum ikki hava líknandi mentan sum Føroyingar
- Styrkja mállæru til tilflytarar
- Banna virksemi hjá Islam sum muslimskt depil, mosku og burka við lóg
- Krevst ein revsiváttan áðrenn viðkomandi sleppur inn í landi at arbeiða
Ikki hatri ímóti tilflytarum men kærleiki til Føroyar
Føroyar er eitt líti land. Ringt at finna á heimskortinum um man ikki veit Føroyar er til. 55.000 fólk er einki í mun til útheimin. Tað er tápuligt at vit yvirhøvur hugsa um Føroyar kann hava nakran ávirkan á ES, ST, og Trump. Vit skulu royna, at hava ein lágan profil ímóti stórveldinum.
At hava skil fyri hvør kemur inn í landi er ikki rasisma men eitt neyðugt ting at gera vissi man vil hava sítt egna land.
Tá man sigur Ja til muslimskt depil sigur man ja til Mosku, Burka, og enntá biðirúm í flogvøllinum.
Religiónin Islam eigur ikki at hava nakran ávirkan á okkara land, samfelag, fólkakirkjuni ella í samkomuni.
Føroyar er og skal altíð verða eitt kristi land. Soleiðis verja vit okkum frá islamiseringini.
Petur Asano
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



