Í hesum døgum fær fútin eina pøs fyri og aðra eftir oman yvir seg.
Eg haldi at ágangurin móti fútaembætinum í ásvísan mun byggir á misskiljingar.
Eftir mínum tykki kemur ein partur av kritikkinum av, at føroyskir myndugleikar ikki nóg væl duga at handfara sektarmál, og heldur ikki tykjast hava nóg holla vitan um, hvørjar reglur eru galdandi.
Ákæruvaldið er eisini ein partur av rættartrygdini. Fútembætið skal solda mál frá, sum verða mett ikki at hoyra heima í rættarskipanini sum revsimál.
Fútin er almennur ákæri, og hann skal vera objektivur í sínum avgerðum. Reglurnar siga, at fútin ikki skal leggja mál fyri rættin, um hann metur, at málið ikki kann føra til dóms.
Í hesum sambandi haldi eg tað vera ein fyrimunur, at fútin sjáldan letur seg ávirka av almenna stemninginum, men viðgerð revsimál eftir sínari egnari sannføring og uttan ávirkan av “fólksins dómi”.
Í gerandisdegnum kunnu ósemjur stinga seg upp. Men tað sømir seg ikki at leggja alment trýst á fútaembætið fyri at kroysta ávís revsimál ígjøgnum. Tað er eisini merkisvert, at løgtingslimir, sum jú umboða lóggevandi valdið, ofta tykjast vilja leggja seg út í, hvussu ítøkilig revsimál skulu viðgerast.
Tað eru fleiri dømir um, at almennir føroyskir myndugleikar hava sent mál til fútan við kravi um himmalstórar bøtur uttan at veruligt grundarlag er fyri hesum. Mannagongdin er ofta skeiv.
Fyri tað fyrsta hava føroyskir myndugleikar onga heimild at áseta støddina av eini bót. Tað er almenni ákærin – fútin – sum reisur ákæru, og tað er fútin sum avgerð hvørja sekt hann krevur, men í síðsta enda er tað rættarskipanin, sum ásetur endaligu revsingina.
Tað er ein feilur, tá føroyskir myndugleikar - sum til dømis Kappingareftirlitið, Dátueftirlitið, Heilsufrøðiliga Starvsstovan v.m. – alment boða frá kravi um risa bót uttan at hava tosað við ákæruvaldið um hetta frammanundan.
Fútin skal gera sína sjálvstøðuga metan, og tað er sum aloftast ákæruvaldið einsamalt sum hevur heimildina at taka støðu til 1) um ákæra skal reisast og 2) hvør revsing veður kravd.
Vit kenna til fleiri mál, sum føroyskir myndugleikar hava meldað mál til fútan, sum síðani steðga upp, vælsagtans tí fútin ikki metur, at tað er hald í teimum krøvum, sum myndugleikin hevur sett fram.
Rætta mannagongdin eigur at vera, at føroyskir myndugleikar – áðrenn teir almannakunngera síni krøv – umrøða slík mál við fútan, soleiðis at tað slepst undan einum “tvídrátti” millum føroyskar myndugleikar/fjølmiðlar og fútan.
Eg haldi, at føroyskir myndugleikar í slíkum málum eiga at spyrja seg sjálvar – eru nú tey mál sum verða send til fúta nóg væl fyrireikaði sambært teimum reglum sum eru galdandi?
Hevði forarbeiðið verið gjørt betri, so hevði tað kanska gingið bæði betri og nógv skjótari.
Fútaembætið skal heldur ikki brúkast sum skrellispann fyri mál, sum eru enda uppi í røkur.
Christian Andreasen, advokatur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



