Eitt starv á ovastu rók í eini av skjótast vaksandi kommunum í landinum er leyst at søkja, nú Runavíkar kommuna skal hava ein nýggjan fíggjarleiðara
Runavík er ein brennidepil fyri vinnuligum virksemi og mentan, og er vorðið eitt veruligt tyngdarpunkt í meginøkinum. Hetta er ein kommuna við nýhugsandi atdráttarmegi, ið tú nú kanst vera við til at stýra.
Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av at bókhald, roknskapur, fíggjarviðurskifti og lønarviðurskifti verða umsitin á ein slíkan hátt, at tað altíð er ein greið og álítandi mynd tøk av fíggjarstøðuni hjá kommununi.
Fíggjarleiðarin ger somuleiðis framrokningar av langtíðar gjaldføri kommununnar í samsvari við rakstur og íløgur.
Á fíggjardeildini í Runavíkar kommunu starvast í løtuni tvey fólk. Fíggjarleiðarin hevur fakligu og leiðsluligu ábyrgdina av deildini. Umframt at skipa dagliga arbeiðið og at tryggja, at mannagongdir verða fylgdar, kemur tú sum leiðari at gera greiningar, hagtøl og tilfar til borgarstjóran og politikkarar í neyvum samstarvi við kommunustjóran og hinar leiðararnar í kommununi.
Arbeiðið í Runavíkar kommunu er væl skipað við væl skikkaðum starvsfólki. Uppgávurnar spenna frá ítøkiligum, kommunalum avbjóðingum til langskygdar ætlanir.
Í starvinum hevur tú beinleiðis tilvísing til borgarstjóran og kommunustjóran.
Runavíkar kommuna leitar eftir umsøkjarum við hægri útbúgving og leiðsluroyndum. Harumframt er týðandi, at umsøkjarar eru framskygdir og samstundis hava eygað fyri smálutum.
Fyri rætta umsøkjaran er talan um góðar møguleikar at geva íkast til menningina av Runavíkar kommunu.
Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.a. síggjast í leiðaraprofilinum á https://runavik.fo/leys-storv
LØN OG SETAN
Miðað verður eftir, at starvið verður sett 15. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv. Harumframt verður 15% goldin í eftirlønargjaldi. Starvið kann eisini verða lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.
UMSÓKN OG UPPLÝSINGAR
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 10. juni 2026 kl. 12:00.
Søk starvið umvegis heimasíðu okkara: runavik.fo/leys-storv
Áhugaðir umsøkjarar, ið vilja hava fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra, á tlf. 237015 ella Sæunn Lamhauge Nolsøe, kommunustjóra, á tlf. 237040. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu runavik.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



