Uttanríkis- og fiskimálaráðið: Ert tú forvitin eftir at vita, hvussu fiskivinnan sær út um eina fjórðings øld, fært tú nøkur góð boð á almennu, norðurlendsku ráðstevnuni, Fiskur og framtíðin - møguleikar og avbjóðingar.
Ráðstevnan viðger, hvussu framtíðar samfeløg fáa mest virði burtur úr havsins tilfeingi. Fokus verður á tørvin á nýskapan og heildarhugsan í fiskivinnuni, og hvussu umráðandi tað er at verja havumhvørvið og umsita fiskastovnarnar burðardygt. Eitt annað evni er, hvussu vit fáa ung at velja fiskivinnuna sum vinnuveg.
Millum fyrilestrahaldararnar er Sigurd Solheim Pettersen, ph.d. og granskingarleiðari hjá DNV (Det Norske Veritas), ið hevur verið við til at skriva frágreiðingina. Hann fer at leggja fram niðurstøður í frágreiðingini, Nordic Oceans 2050, sum kom í november í fjør.
Í framløguni verða viðgjørdar framtíðarmyndir av fiskivinnu- og aligeiranum í Norðurlondum við støði í samfelagsligum og altjóða rákum. Eisini fer Sigurd Solheim Pettersen at lýsa, hvussu lívfrøðiliga tilfeingið burðardygt verður ment til nýggj, virðismikil endamál.
Ráðstevnan verður í Silo á Vestaru Bryggju í Havn mánadagin 8. juni kl. 8.00 - 15.45.
Tiltakið er alment og ókeypis, men neyðugt er at melda til.
Her ber til at síggja skrá og melda til.
Tað er føroyski formansskapurin í fiskivinnusamstarvinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum skipar fyri ráðstevnuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



