Amerikanski løgmálaráðharrin, Pam Bondi, er innkallað av eftirlitsnevndini, sum kannar brotsverkini hjá dømda kynsbrotsmanninum Jeffrey Epstein.
Sostatt er hon innkallað at vitna um handfaringina hjá Løgmálaráðnum av málinum og útgávuna av skjølunum.
24 limir atkvøddu fyri at innkalla hana, meðan 19 atkvøddu ímóti.
Fimm av limunum, sum atkvøddu fyri, eru republikanarar, meðan restin eru demokratar, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



