Oasan: Stevnan verður 2. apríl til 6. apríl. Byrjað verður skírhóskvøld við kvøldmøti kl. 18. Kvøldmøti verða eisini langafríggjakvøld kl. 18 og páskakvøld kl. 18. Á hesum møtum talar Sergey Lysak úr Ukraina.
Barnamøti verða um kvøldið í rúmligum og góðum hølum í niðastu hædd - byrjað verður beint áðrenn talan byrjar.
Morgunmøti verða langafríggjamorgun, páskamorgun og 2. páskamorgun, allar morgnar kl. 10:30.
Syngið-við verður skírhóskvøld kl. 21:30.
Ungdómsmøti verða langafríggjakvøld og leygarkvøld, bæði kvøldini kl. 21:00.
Harumframt verður hugnalig café aftaná ungdómsmøtini.
Áhugatími fyri ung verður leygardagin kl. 12:00 og kl. 13:30. Lovsongsløta verður páskakvøld kl. 21:30.
Aðrir talarar verða m.a. Poli Jacobsen, Hallgerð Akurstein, Pauli Høj og Ragnhard Petersen.
Sangbólkar og lovsangsbólkar verða ymsastaðni frá í landinum.
Nærri kunning sæst á facebook og á oasan.fo
Vit ynskja við hesi stevnu, at Guð verður æraður ígjøgnum sangframførslu, tónleik, lovsang, vitnisburð og talu; og at boðskapurin um Jesus Kristus og hansara fullgjørda verk á krossinum verður til frelsuvissu og signing fyri okkum øll.
“Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami, og um allar ævir.” Hebr. 13:8
Verið vælkomin í Oasuna, Kirkjustræti 4 í Hoyvík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



