Øll hugsa um at broyta heimin, men ongin hugsar um at broyta seg sjálvan
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Øll hugsa um at broyta heimin, men ongin hugsar um at broyta seg sjálvan
- Leo Tolstoy
Skúli

Glasir: Mikudagin 4. februar varð skipað fyri tiltaki á bókasavninum á Glasi, har vinnararnir av stuttsøgukappingini 2025 vórðu avdúkaðir. Pauli Sigurðsson úr 23n átti bestu stuttsøguna, meðan Bára Eliasen úr 24b átti næstbestu og triðbestu stuttsøguna.

Undirtøkan fyri stuttsøgukappingini hevur verið sera góð øll árini, hon hevur verið, og í ár komu 65 stuttsøgur inn. Á tiltakinum avdúkaði Una Joensen, rektari, vinnararnar og handaði teimum vinningarnar. Tvær av vinnarasøgunum vórðu lisnar upp á tiltakinum.

Í dómsnevndini sótu Marianna Hoydal, Malan Poulsen, Sámal Soll, Margreta Knudsen og Signa Joensen, og tey høvdu hesa grundgeving fyri val av vinnarum:

Vinnarasøgan í ár er ein stuttsøga, ið lýsir skuggasíðuna av okkara samfelag. Ein skuggasíða, sum er beint framman fyri okkum, men sum vit ikki síggja, tí vit heldur hyggja niður í telefonirnar. Hegnisliga varpar stuttsøgan ljós á rúsevnismisnýtslu og sálarligar trupulleikar – og tað kenda umhvørvið í miðbýnum í Havn spælir ein stóran leiklut í søguni.

Hetta er ein heilskapaður tekstur, har formurin á søguni stuðlar innihaldinum. Søgan er serstakliga spennandi uppbygd. Málburðurin er lættur og flótandi, men samstundis hevur hann ein poetiskan og sansaligan dám, ið ger tekstin livandi fyri lesaran.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #