Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell
Vinna

Partafelagið Petur Larsen, sum hevur heimstað í Fuglafirði, hevði eitt betri ár í 2025, har nettosølan vaks úr 45,9 mió. kr. í 2024 til 61,3 mió. kr. í 2025. Samstundis vaks bruttovinningurin úr 20,5 mió. kr. til 27,6 mió. kr., meðan ársúrslitið gjørdist 911.000 kr. móti 665.000 kr. árið fyri.

Leiðslan sigur í ársfrágreiðingini, at gongdin í rakstrinum hevur verið nøktandi, hóast virksemið í januar til september var ávirkað av umvælingum og tillagingum. Serliga seinasti ársfjórðingur var góður og gav fyritøkuni eina týðandi framgongd í umsetninginum.

Eitt týdningarmikið ískoyti til raksturin er mekaniska flakamaskinan Primo, sum er ment í dótturfelagnum Necto. Sambært fyritøkuni er Primo eitt kjarnuøki í framtíðar virkseminum. Maskinan varð ment í 2023, og seks eru seldar í 2024 og 2025, og harumframt eru bíleggingar upp á seks maskinur afturat til levering í fyrru helvt av 2026.

Hóast leiðslan staðfestir, at gjaldførið framvegis er stramt, verður roknað við, at vaksandi virksemi, kostnaðarstýring og inntøkur frá Primo fara at styrkja raksturin og gjaldførið komandi tíðina.

Fíggjarstøðan hjá Petur Larsen javnvigaði við ársenda í fjør við 24 mió. kr. Eginognin er 1,6 mió.kr.

Rógvi Róin er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #