Hagstovan: Prístalið er nú lækkað fyri fyrstu ferð í fimm ár. Rentan er lækkað nógv, og dregur tað prístalið niðureftir.
Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri februarmánað í ár.
Prístalið lækkað seinasta árið
Prístalið lækkaði 0,2 prosent frá februar 2025 til februar 2026. Hóast prísvøksturin er minkaður seinasta árið, kann tað kennast øðrvísi fyri húsarhaldini, tí prísirnir eru hækkaðir 20 prosent seinastu fimm árini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



