Sjálvstýri tekur frástøðu frá núverandi skattaskipan, sum rakar føroyingar, ið arbeiða í útlandinum – serliga í Norra – ójavnt og órímiliga.
Seinastu broytingarnar í skattalógini hava ført við sær, at hesin bólkurin verður hart raktur.
Uttanlandsfrádrátturin er minkaður munandi, og samstundis eru reglurnar broyttar á ein hátt, sum í veruleikanum førir til dupultskatting. Hetta er ikki ein rættvís skipan.
Talan er um fólk, sum arbeiða hart, ofta langt burtur frá familju og heimi, og sum í stóran mun styrkja føroyska búskapin við sínum inntøkum. At leggja eina eyka skattabyrðu á hesi somu fólk er bæði órímiligt og óskynsamt.
Vit síggja longu nú, at fólk flyta arbeiði ella flyta av landinum, tí skipanin ger tað ómøguligt at fáa endarnar at røkka saman. Tað merkir minni inntøkur til landið og veikari grundarlag undir føroyska samfelagnum.
Sjálvstýri vil hava eina skattaskipan, sum er rættvís, gjøgnumskygd og haldbær. Tað skal altíð loysa seg at arbeiða – eisini uttanlands.
Sjálvstýri
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



