- Óvissan er í løtuni stór. Tollskipanin og handilspolitiska støðan kunnu broytast við stuttum skotbráði, og tað ger marknaðarumstøðurnar torførari at meta um. Hetta er ein veruleiki, sum bæði vit og okkara kundar mugu laga okkum eftir.
Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost. VP hevur spurt Regin Jacobsen, hvussu avgerðin hjá amerikanska hægstarætti at ógilda tollin sum Donald Trump, forseti, ávirkar virksemið hjá Bakkafrost.
- USA er ein týdningarmikil marknaður fyri føroyskan laks og umleið 30% av føroyska laksinum fer til amerikanska marknaðin. Tað ger, at tollviðurskifti og handilspolitiskar avgerðir hava beinleiðis ávirkan á føroyska alivinnu og kappingarføri, sigur Regin Jacobsen. Hann vísir eisini á óvissuna um, hvørt tollur ið longu er goldin nú skal afturrindast.
- Hjá Bakkafrost fylgja vit gongdini neyvt og arbeiða miðvíst við at tryggja støðugleika í okkara veitingum og virðisketuni. Okkara fremsta uppgáva er at reka eina sunna og burðardygga fyritøku, sum megnar at handfara sveiggj í uttanumstøðum og samstundis halda fast um okkara langtíðar kós, sigur stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



