Reyði Krossur í Danmark er komin í andróður, eftir at tað er komið fram, at hjálparfelagsskapurin hevur samlað pengar inn við at brúka kenslubornar myndir av neyðstøddum børnum. Trupulleikin var bara, at børnini í húsaleivdunum vóru ikki til, tí myndirnar vóru falskar, gjørdar av vitlíki, og onki bleiv sagt um tað í lýsingunum.
Við Politiken sigur Miriam Michaelsen, sum er advokatur og forkvinna í Medierådet for Børn og Unge, at tað er ein trupulleiki, at Reyði Krossur ikki sigur tingini sum tey eru, og roynir at fáa fólk at lata pengar til børn, tey taka synd í, men sum ikki eru til.
Reyði Krossur hevur ikki viljað gjørt samrøðu, men sigur at talan er um eitt mistak, og at felagsskapurin nú eftirkannar allar myndirnar sum verða brúktar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



