Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody
Tiltøk

Í ár eru 20 ár liðin, síðani Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi lat upp.

Røktarheimið hevur í tvey áratíggju verið ein fastur partur av eldrarøktini í økinum og karmur um gerandisdagin hjá nógvum búfólkum, avvarðandi og starvsfólkum.

Í sambandi við 20 ára dagin verður skipað fyri almennum føðingardagshaldi á Mørkini leygardagin 23. mai kl. 15.00.

Føðingardagshaldið er eitt høvi at líta aftur á árini, sum farin eru, og at takka teimum, sum á ymiskan hátt hava verið partur av heiminum – bæði búfólkum, avvarðandi, starvsfólkum og øðrum, sum hava havt tilknýti til Mørkina.

Øll eru vælkomin at koma framvið og vera við til at halda dagin.

Skráin fyri dagin er hendan:
Bjóðar vælkomin – Birita B. Iversen, deildarleiðari á Mørkini.
Sangframførsla – Signar í Homrum, eitt lag.
Føðingardagsrøða, Borgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen.
Føðingardagsrøða – Páll á Reynatúgvu, stjóri í VEKS.
20 ára merkisdagar hjá 4 starvsfólkum. Hesar hava starvast her síðan húsið lat upp.
Fáa handað gávu frá VEKS.
Fáa handað gávu frá avvarðandi fakfelagi.
Starvsfólk fáa høvi at bera fram røðu.
Sangframførsla – Signar í Homrum, eitt lag.
Drekkamunnur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #