Vælumtókti amerikanski podcast-verturin, Joe Rogan, heldur, at tað er ein heilt serlig orsøk til, at amerikanski forsetin, Donald Trump, byrjaði kríggið í Iran.
Hann heldur, at forsetin byrjaði kríggið fyri at distrahera amerikanska almenningin frá Epstein-skjølunum.
"Sært tú, Epstein-skjølini koma út - vit fara í kríggj við Iran. Tað er ein góður máti at fáa fólk at lata vera við at tosa um ávís ting," sigur Joe Rogan í podcasti sínum "The Rogan Experience" í samrøðu við komikaran Arsenio Hall, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



