Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, og konan, Usha, vórðu ikki bara møtt við lógvabrestum tá tey vóru við til hátíðarhaldið, nú vetrar OL byrjar í Norðuritalia.
Flestu ítróttarfólkini vórðu heiðrað við fagnaðarrópum, tá tey komu inn á vøllin undir sjálvum hátíðarhaldinum. Men amerikansku ítróttarfólkini fingu eisini rakstrarróp og booo róp, og tað sama var galdandi fyri almennu umboðini, sum eru við sum gestir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



