Vestmanna kommuna bjóðar nú eitt øki á umleið 700 fermetrar út til bústaðarbygging.
Á heimasíðuni sigur kommunan, at fleiri ynskja sær ein bústað í Vestmanna, og fólk spyrja seg javnan fyri hjá kommununi, og hóast grundøki eru tøk, so eru fleiri sum ynksja sær fjølbroyttari bústaðarmøguleikar.
- Tí hevur bygdarráðið í Vestmanna samtykt at bjóða eitt stykki út at byggja bústaðir á. Økið er ein samanlegging av Kolastykkinum og økinum á Bakka, har Turkihúsið fyrr stóð. Tey, sum bjóða inn, skulu koma við sínum uppskoti um, hvussu byggingin kann skipast, men kravið er, at tað verða bygdir bústaðir, sum eru á einum prísstøði, sum er møguligur at fáa fígging til í Vestmanna, sigur kommunan á heimasíðuni.
Nærri kunning um søluna og krøv til bústaðarverkætlanina síggjast her.
Vestmanna Kommuna royndi eisini í 2023 at bjóða sama stykkið út.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



