Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak
Politikkur

Fýra limir í russisku dumuni hava vitjað kongressina í Washington og havt fundir við embætisfólk og politikarar, eftir at hava fingið serligt undantaksloyvi frá Donald Trump, forseta.

Tað er komið fram, at republikanski kongreslimurin, Anna Paulina Luna, hevur bjóðað russisku sendinevndini við endamálinum at tosa um frið og sambandið millum USA og Russland annars.

Hetta er fyrstuferð síðani Russland leyp á Ukraina í 2022, at russiskir politikarar hava vitjað í USA, og tað hevur elvt til kjak í USA.

Anna Paulina Luna hevur verið heitasti forsprákari fyri, at USA tekur aftur allan stuðul til Ukraina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #