Mánamorgunin varð 44 ára gamli russarin funnin deyður á einum parkeringsplássi nærindis bústaði hansara í pólska býnum Biala Podlaska.
Sambært pólska ákæruvaldinum varð Skrepetsky skotin tvær ferðir í nærstøðu, og eftir at russarin datt niður á jørðina, skeyt álopsmaðurin fleiri skot eftir Skrepetsky, sum doyði á staðnum.
Løgreglan hevur handtikið tveir hvítarussiar, sum vóru nærindis hvítarussiska konsulátinum í pólska býnum og kanna nú teirra leiklut í drápinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



