Jú, tað er flott. Men er tað gott?
- Ingálvur av Reyni um gøtulistina á Montmartre

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Jú, tað er flott. Men er tað gott?
- Ingálvur av Reyni um gøtulistina á Montmartre
Politikkur

Veljarakanningin, sum Portalurin og FM1 hava gjørt, vísir greitt, at hinir loysingarflokkarnir ikki hava undirtøku millum føroyska fólkið at loysa!

79% av føroyingum ynskja at varðveita ríkisfelagsskapin. 

Sambandsflokkurin hevur við útspælinum, “Nýtt Samband”, víst á, at ríkisfelagsskapurin ikki má standa í stað, tá heimurin alsamt broytist, og tí mugu dagføringar gerast.

Nýtt Samband leggur upp til dagføringar, ið endurskoða støðu okkara í ríkisfelagsskapinum, men kortini varðveita fyrimunirnar hjá føroyingum.  

Veljarakanningin er eitt greitt tekin til loysingarsemjuna hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi, Framsókn, Miðflokkinum og Fólkaflokkinum um at sleppa loysingarætlanunum.

Droppið ideologiskan ørskap og latið okkum heldur samstarva um, hvussu vit menna ríkisfelagsskapin og tryggja føroyingar í felag.

Saman standa vit sterkari og í ríkisfelagsskapinum eru vit ríkari!

Bárður á Steig Nielsen
Formaður Sambandsfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #