Ynskir kunnu føða tankar
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ynskir kunnu føða tankar
- V. Poulsen
Vinna

Talgildu Føroyar: Øll, sum brúka Samleikan, fáa í hesum døgum boð um dagførdar brúkstreytir, tá tey rita inn við Samleikanum. 
 
Talan er um broytingar, sum hava til endamáls at styrkja trygdina í sambandi við nýtslu av Samleikanum.  
 
Við broytingunum verða nøkur eyka trygdarstig løgd inn í innritanina. Hetta eru broytingar, sum eru ætlaðar at fanga, um onkur annar ólógliga roynir at fáa atgongd við tínum Samleika. Um illgruni er um, at óviðkomandi royna at fáa atgongd, verða boð víst í Samleika-appini, ið greiða frá, soleiðis at tú fær møguleikan at avvísa innritanina. 
 
Í samband við trygdarstigini er neyðugt at góðtaka dagførdu brúkstreytirnar fyrstu ferð tú brúkar Samleikan aftur. 
 
Samleikin er talgilda atgongdin hjá brúkarum til fleiri almennar og privatar tænastur. Umleið 100.000 innritanir eru um vikuna í Samleikanum, sum hevur 52.000 brúkarar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #