Jú, tað er flott. Men er tað gott?
- Ingálvur av Reyni um gøtulistina á Montmartre

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Jú, tað er flott. Men er tað gott?
- Ingálvur av Reyni um gøtulistina á Montmartre
Lesarin skrivar

Í dag skrivaðu forfólkini í Roðanum, Nánd, Norðoya Bú- og Heimatænastu og VEKS undir avtalu um dagtilhald og umlætting til yngri við demens.

4. november í fjør legði landsstýrið fram á ting løgtingsmál no. 037/2025: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Ábyrgdin av dagtilboðum og umlætting til fólk við demenssjúku undir fólkapensjónsaldur verður flutt til kommunurnar.) Longu 2. desember tók Føroya løgting samfelt undir við uppskotinum (30-0-0). Frammanundan hesum høvdu tingingar verið og semja gjørd um málið millum Kommunufelagið og Almannaráðið.

Síðan tá hava eldrøkini Roðin, Nánd, NBH og VEKS tosað saman og samráðst um ein felags leist hesum viðvíkjandi. Í dag kl. 14 skrivaðu forfólkini undir eina samstarvsavtalu.

Í stóran mun er avtalan skipað soleiðis, at Roðin hevur dagligu umsitingina av tilboðnum, og leiðsla og starvsfólk eru somuleiðis starvssett í Roðanum. Kostnaðurin verður býttur eftir fólkatalinum í økjunum.

Ein politiskur stýrisbólkur, við forfólkunum í teimum fýra eldrasamstørvunum, verður settur til at taka sær av teimum málum, ið snúgva seg um tal av plássum, normering, samstarvstreytum, húsaleigu, staðseting o.s.fr. Í einum samstarvsbólki sita teir fýra leiðararnir í eldrasamtørvunum. Bólkurin tryggjar verkligu samskipanina millum samstørvini og virkar eisini sum visitatiónsnevnd. Eitt fakligt umboð, sum kortini ikki er umboðað í hesum bólkinum, skal ráðgeva bólkinum í visitatiónsmálum.

Avtalan er galdandi frá 1. januar 2026. Í fyrstu atløgu er hon galdandi í tvey ár fram, men kann halda fram, um ikki onnur avgerð verður tikin. Gongdin og samstarvið verður eftirmett fyri 1. oktober 2027.

Í fyrstu atløgu heldur dagtilhaldið á Glyvrum fram, og at kalla sama manning - sum frammanundan - er sett til at taka sær av tilboðnum frameftir.

Uppskotið sum virkað verður eftir: LM-037/2025

Karl Haldursson Johansen, NBH
Per Martin Gregersen, Nánd
Sára Jógvansdóttir, VEKS
Tórbjørn Jacobsen, Roðin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #