- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx
Politikkur

Løgtingið kemur saman klokkan 11 í dag.

Tingið skal atkvøða í fleiri málum sum koma til aðru viðgerð, eitt nú um broytingar í eftirlønarlógini, so heimildin fyri frítøku í sambandi við tíðaravmarkað starv verður strikað, eins og lógin um fólkayvirlit, so ríkismyndugleikarnir fáa atgongd til upplýsingar í Landsfólkayvirlitinum.

Fleiri mál koma eisini til fyrstu viðgerð, eitt nú lógin um barnavernd, tað málið snýr seg um samsýningina til fosturforeldur. Og hvussu landsroyndirnar í fólkaskúlanum skulu skipast kemur eisini fyri á tingfundinum í dag.

Harumframt er eisini spenningur um hvørt løgtingsnevndirnar sum arbeiða við pensjónsmálinum og málinum um Suðuroyartunnil fara at koma við álitum í dag.

Fylg við her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #