Yvir 700 fólk eru dripin í Gasa seinasta hálva árið, hóast Ísrael og Hamas eru samd um vápnahvíld.
Í dag er hálvt ár síðani Ísrael og Hamas samdust um vápnahvíld í Gasa.
Hóast tað halda bardagarnir fram, skrivar Al Jazeera.
Meðan heimsins eygu hava verið vend móti Iran seinastu vikurnar, hevur Ísrael nærum dagliga bumbað Gasa, sambært Al Jazeera.
Ísraelskar herdeildir hava bumbað Gasa yvir 2.000 ferðir, síðani vápnahvíldin byrjaði í oktobur í fjør, skrivar miðilin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



