Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Starvsfelagið: Í dag undirskrivaðu 12 fakfeløg avtalu við Fíggjarmálaráðið um felags lønarkarm. Partarnir eru samdir um, at lønarkarmurin fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2025 til 30. september 2026 er 3,87%.
Hetta er fyrstu ferð, at hesin felags leisturin er nýttur.
Í oktober 2025 varð arbeiðsbólkur settur við endamálinum at áseta ein felags lønarkarm.
Ein samdur arbeiðsbólkur mælti til, at grundarlagið fyri lønarkarminum er miðal produktivitetsvøksturin undanfarnu 5 árini og miðal prísvøkstur 3 ár aftur. Eisini mælti bólkurin til tillagingar í mun til lønarvøksturin á privata arbeiðsmarknaðinum, fyri at taka hædd fyri útboð og eftirspurningi á arbeiðsmarknaðinum.
Partarnir eru samdir um at tillaga karmin árliga við at knýta lønarvøksturin eftir hesi avtalu til lønarkamin á privata arbeiðsmarknaðinum. Karmurin fyri 1. oktober 2026 til 30. september 2027 verður ásettur fyrst í oktober 2026, tá nýggjastu tølini eru tøk.
Endamálið við avtaluni er at røkka einum støðugum og burðardyggum lønarvøkstri.
Hesi fakfeløgini eru við í avtaluni um felags lønarkarm:
· Starvsfelagið
· Akademikarafelag Føroya
· Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
· Yrkisfelagið Miðnám
· Farmakonomar
· Kost- og Føðslufelagið
Les avtaluna um felags lønarkarm her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



